Hansa Glerfoss heldur røðu Sandi

Mánadagin 25. apríl verða flaggdagshald hildin kring um landið, og soleiðis verður eisini á Sandi.

Mánadagin 25. apríl verða flaggdagshald hildin kring um landið, og soleiðis verður eisini á Sandi, har flaggdagshald verður hildið á Mørkini Miklu.

 

Flaggdagshaldið á Sandi byrjar klokkan 17, og tað verður Hansa Glerfoss, skúlastjóri við Sandoyar Meginskúla, sum fer at halda røðu.

 

Eftir flaggdagshaldið bjóðar Sands kommuna inn í kommunubygningin til okkurt gott undir góman, og her eru øll hjartaliga vælkomin.