Hans verjir HB málið

Tað gongur strúkandi hjá HB. Teir reyð svartu eru oddalið í EFFO deildini, og leygardagin vunnu teir upp á fremsta plássið í næstbestu deildini. Tað gjørdi HB við 3-2 heimasigri á Víkingi. Merkisvert var tað leygardagin, at Teitur Matras Gestsson vardi málið á næstbesta HB liðnum. Teitur hevur verið fastur maður á besta liðnum, meðan Hans Jørgensen hevur verið málverji á næstbesta liðnum. HB venjarin Oddbjørn Joensen hevur áður sagt, at Hans fór at fáa møguleikar á besta liðnum, og Hans vardi málið í steypadystunum á Sandi og ímóti EB/Streymi.

 

Nú fær Hans Jørgensen møguleikan í grannauppgerðini ímóti B36. Allir HB spælararnir eru tøkir, og sjálvsálitið er stórt. Higartil hevur HB ikki tapt. Tvær ferðir er tað endað við javnleiki. Aðru ferðina var í fyrsta umfari ímóti B36, tá ið úrslitið var 1-1, og tá ið HB avrikið ikki var sannførandi.

 

Í dag er nýggj grannauppgerð á skránni, og í B36 verður hetta sæð sum møguleikin at fáa liðið aftur á beint, eftir at tað leingi hevur haltað bæði so og so. Hópurin er ikki so breiður, og tað hevur havt stórt árin, at lyklaspælarar hava sitið skaddir uttanfyri. Nú eru royndu lyklaspælararnar tøkir aftur, og teir fáa kapping frá ungu monnunum, sum við sannførandi avrikum á næstbesta liðnum hava víst, at tað skal roknast við teimum.