Hans var á beinkinum

Hans Jørgensen var ein av ungu føroysku spælarunum, sum í summar fór til FCAmager at spæla. Um vikuskiftið var hann eykamálmaður hjá FC Amager í dysti í donsku 2. deild. Tað var um reppið, at boð vóru eftir Hans, tí málmaðurin hjá Amager fekk ein dyggan snudd undir dystinum, men hann helt tó fram at spæla. FC Amager misti síni fyrstu stig í hesum dysti, sum endaði við javnleiki, men liðið liggur framvegis fremst í deildini.