Í dag, hósdagin 12. desember 2019, var árliga lutakastið um 12.500 kr millum teirra, sum lata inn fiskamerkir inn til Havstovuna.
Vinnarin í ár gjørdist Hans Tóri Kalsoy frá P/F Bátafisk á Eiði.
Hetta skrivar Havstovan á hav.fo.
Toskurin við vinnandi merkinum varð merktur tann 14. oktber 2016 á: 62°26N - 07°23,6W og varð fingin aftur við línu á nærum sama staðið: 62°20,38N - 07°36,68W tann: 18. juni 2019.
Hetta tíðarskeiði á áleið 2½ ár vaks toskurin 11 cm.
Lutakastið varð hildið á Vinnuháskúlanum í Nóatúni í Havn. Petur Steingrund greiddi í stuttum frá um ferðingarmynstrið hjá toski.
##med2##
Egil Joensen tók tann vinnandi seðilin, meðan Jákup Danielsen frá Landsgrannskoðanini helt eyga við, at lutakastið fór framm á rættan hátt.