Hans Petur hevur ikki selt

- Eingin endalig avgerð er tikin um sølu, sigur Hans Petur Ellingsgaard, handilsmaður í Saltangará

Stórar broytingar fara fram í handilsvinnuni í Føroyum í løtuni.
Nógv verður selt, og nógv verður keypt. Fyritøkur skifta eigarar sum ongantíð áður.
Tað hevur ljóðað, at Hans Petur Ellingsgaard, sum eigur nýggjan og stóran bygning í Saltangará, har eitt nú Kiosk Vár húsast, skal hava selt sítt virksemi.
Men hetta avsannar Hans Petur og sigur, at einki er selt, og eingin endalig avgerð er tikin um sølu.
Tað skilst tó á handilsmanninum, at okkurt er í umbúna, sum hann tó ikki vil siga nakað um í løtuni.
Rembingarnar í handilsvinnuni eru stórar í løtuni, og tá ið slíkar søgur ganga um eigaraskifti í fyritøkum, hevur seinasta tíðin mangan víst, at sjáldan er roykur av ongum brandi.