Leygarkvøldið 27. juni verður síðsta Livekvøld á Skarv, áðrenn livandi tónleikurin á Skarv heldur summarferiu fram til 1. august. Tað verður eitt brak av einum kvøldi, tá ið Eyðun Nolsøe, Hans Petur í Brekkunum og Arnold Ludvig fara at rokka.
Teir eru allir kendir frá óteljandi føroyskum og útlendskum bólkum og teir hava mynda føroyskan tónleik í nógv ár.
Hetta er tó fyrstu ferð, teir tríggir spæla saman sum trio. Tað er tískil lagt upp til eitt satt upplivilsi av einum kvøldi, tá ið teir tríggir fara á pallin kl. 01 og spæla til tann ljósa morgun.
Skarv hevur opið allan juli mánaða, men tá verður bert dj á skránni.
1. august byrjar so livandi tónleikurin aftur, tá Angu fer at spæla á Skarv