Hans Pavia-Rosing doyði mánadagin 70 ára gamal av einari heilabløðing. Tað upplýsir familja hansara sambært Sermitsiaq.
Hans- Pavia Rosing røkti fleiri álitisstørv og var kendur bæði í Grønlandi og uttanlands.
Frá 1980 til 1986 var hann fyrsti forseti í ICC, sum er felagsskapur, ið røkir áhugamál hjá inuittum í Grønlandi, Kanada og Alaska.
Hans-Pavia Rosing var limur í danska fólkatinginum frá 1987 til 2000. Hann umboðaði flokkin Siumut. Hann var eisini landstingslimur í Grønlandi og eitt skifti landsstýrismaður.