Hans Pauli vil hava 30,6 milliónir

Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum hevur í dag søkt um eykajáttan til tey trý sjúkrahúsini. 30,6 milliónir skulu játtast, meðan 2,7 milliónir skulu sparast Sjúkrahúsini lótu í farnu viku frágreiðingar um fíggjarviðurskiftini, uppskot til sparingar og umbønir um eykajáttan. Hetta er viðgjørt saman við Almanna- og heilsumálaráðnum, og við støði í hesi viðgerð hevur landsstýrismaðurin gjørt sínar niðurstøður.

Suðuroyar sjúkrahús skal spara 300.000 kr. á síni játtan. Klaksvíkar sjúkrahús skal spara 400.000 kr. í rakstrinm og Landssjúkrahúsið skal spara 2.000.000 kr. í rakstrinum.

Fíggjartørvurin hjá teimum trimum sjúkrahúsunum var upprunaliga ávikavist 1,3 millión, 2.0 milliónir og 30 milliónir. Frádrigið sparingar gevur hetta ein játtanartørv upp á 30,6 milliónir, sum landssstýrismaðurin fer at biðja um.

Samstundis verður í tíðindaskrivi sagt, at talan ikki verður um at fremja skerjingar í lívsneyðugum heilivági, eitt nú innan krabbameins-, sclerose- og giktaøkið. Ei heldur verður talan um at niðurleggja virksemi innan fysiurgiska økið viðvíkjandi uppafturvenjing. Ella at niðurleggja planlagt kirurgiskt virksemi, tað sum eftir er av árinum. Sparingar av slíkum slagi fara einans at útseta ella flyta útreiðslurnar yvir á onnur øki í almanna- og heilsuverkinum - til serviðgerð uttanlands, Nærverkið ella Almannastovuna.