Hans Pauli við silvurfóti

Illa skal vilja til, um EB/Streymur ikki fær annað plássið í bestu deildini í ár, tí í gjár megnaði Hans Pauli Samuelsen við seinasta sparkinum í dystinum at taka øll stigini

Fótbóltur

 

Tað skuldi vilja óvanliga væl til, um EB/Streymur skuldi røkka nøkrum gullheiðursmerkjum í ár. So væl vildi ikki til, tí HB gjørdi sína skyldu.

Hinvegin lá EB/Streymur best fyri, at gerast best av restini, og við sigrinum á ÍF í gjár er hetta nærum staðfest.

Aftur í gjár merktist, at veðrið ikki háttar sær eins væl alt árið, men hetta fekk tó avmarkaða beinleiðis ávirkan á spælið, hóast kavi var í einum æli.

 

Gjørdu skjótt av

At tað var heimaliðið, sum ætlaði sær at spæla fyri sínum møguleika fyri gulli sást beinanvegin. Stórt trýst var lagt á viknaðu ÍF verjuna, eftir at Bartal Eliasen hevði fingið leikbann frá egnum felagi fyri at lufta ein ávísan fingur.

Men eftir at EB/Streymur fekk fyrsta málið vistu EB/Streymsleikararnir ikki heilt, hvat teir skuldu gera. Hetta hevði við sær, at ÍF við sínum sera beinleiðis spæli trýsti bóltin skjótt og ofta frameftir. Hetta gav í tveir minuttir tvey mál, og so tók EB/Streymur aftur yvir, og einar tíggju minuttir fyri hálvleik var aftur javnt.

Hendan fyrsta partin av dystinum var onki serligt veður við Margáir og tað hevði størri ávirkan á verjuspælið enn á álopsspælið.

 

Rótutur hálvleikur

Eftir steðgin var veðrið vorðið munandi frægari. Men tað var spælið ikki. sera rótut spæl, sum tó hevði við sær, at bæði liðini fingu fleiri góðar møguleikar, tó uttan at geva mál.

ÍF spældi sama stýlin. At sparka bóltin eftir Rógva Jacobsen, sum síðani legði bóltin til antin Andy Olsen ella Øssur Dalbúð.

Hjá EB/Streymi var uppskriftin at kontra ímóti rímiliga seinu ÍF verjuni, men hetta gav heldur onki mál.

 

Dreymamál

Ransin Djurhuus hevði lagt tríggjar minuttir afturat leiktíðini, tá hesir tríggir minuttirnir eisini vóru farnir fekk EB/Streymur fríspark. Hans Pauli Samuelsen hevur ikki gjørt so nógv mál við frísparki í ár, men hetta eydnaðist í gjár, tá hann skeyt bóltin upp móti samankomingini í síðuni hjá Andras Gango.

Tá ÍF gav bóltin upp, bríkslaði Ransin fyri seinastu ferð, og sum úrslitini háttaðu sær aðrastaðni er ÍF tryggjað á allan hátt í deildini, meðan Víkingur skal vinna við nógvum málum og EB/Streymur tapa ímóti KÍ, um felagsliðið úr Sundalagnum og Eiði ikki skal gerast best av restini.