Hans Pauli Sundstein 50 ár

Hósdagin 22. februar fyllir Hans Pauli Sundstein í Grindsted á Jútlandi 50 ár.

Hans Pauli er føddur 22. februar 1957 í Søborg nærindis Keypmannahavn.
Foreldrini eru Lydia og Jógvan Sundstein, sum í dag búgva í Holbæk.
 
Hans Pauli er elstur av trimum syskjum. Hini bæði eru Rutt og Eivind.
Rutt býr i Holbæk og Eivind býr á Frederiksberg.
 
Familjan búði í Danmark til á vári 1964, tá tey fluttu heim til Føroya. Hans Pauli var júst fyltur 7 ár. Stutt eftir at hann var fluttur til Føroya, gjørdist hann álvarsliga sjúkur. Hetta broytti lív hansara. Hann varð opereraður fyri heilasvull, og av skurðviðgerðini misti hann sjónina á báðum eygunum.
 
Tá vóru undirvísingarmøguleikarnir fyri brekað ikki so góðir í Føroyum. Hann mátti til Danmarkar á blindaskúla. Men hann ynskti at vera í Føroyum, og við góðari vælvild frá teimum á tí tá nýstovnaða skúlanum fyri deyv og talubrekað á Skansavegnum, kom hann inn á tann skúlan, har hann fekk alla sína skúlagongd.
 
Skúlin menti seg til Føroya Spesialskúla ella Skúlan á Trøðni, sum tók sær av fleiri handikappum. Sum tíðin gekk, var hann av og á á Blindaskúlanum á Refsnæs við Kalundborg og til tíðir á Blindainstituttinum í Keypmannahavn.
 
Eftir fólkaskúlatíðina fór hann í realdeildina, sum tá var í Hoydølum, har hann tók realprógv.
 
Tá hann var um leið 20 ára gamal, flutti hann til Danmarkar. Eitt skifti var hann á Blindainstituttinum, men fyri tað mesta búði hann í egnari íbúð.
 
Hann hevur havt ymisk arbeiði, sum hann maktaði við sínum breki. Rættiliga tætt samskifti hevur hann eisini havt við Dansk Blindesamfund.
 
Hann hevur verið aktivur á nógvum økjum, serliga í samband við undirvísing av blindum. Millum annað at brúka hvíta stavin. Størsta áhugan hevur hann annars fyri it-tøkni. Hann hevur tikið prógv sum undirvísari innan hetta øki og ferðast rættiliga nógv í samband við undirvísing av øðrum blindum í hesum týdningarmiklu hjálpitólum hjá blindum.
 
Eftir at hava búð nógv ár í Keypammanhavn flutti Hans Pauli fyri umleið trimum árum síðani til Grindsted í Jútlandi, har hann keypti sær eini hús. Hann trívist væl í tí jútska.
Adressan hjá Hans Pauli Sundstein er: Nørregade 35, DK 7200 Grindsted. Hann hevur eisini eina heimasíðu: www.hapasu.dk