Hóast hann er meira kendur sum ein áloypandi, skorandi og við hvørt sum ein primadonna, so verður annar av ársins leikarum hjá EB/Streymi at síggja sum dómari um vikuskiftið, tá EB/Streymur skipar fyri innandurakapping á Eiði.
- Eg dugi ikki so væl at døma, men tað er fínasta slag at gera okkurt øðrvísi við hvørt, sigur Hans Pauli Samuelsen, sum ikki dylir fyri, at tað er øgiliga lítil møguleiki fyri, at hann nakrantíð fer at vera nakar Vodafone dómari.
Hann greiðir somuleiðis frá, at hann ikki tímur so væl at døma old boys, men heldur vil floyta hjá onkrum yngri.