Hans Pauli Strøm: Tjóðin hildin fyri spott av fjølmiðlatølaranum og fólkavillaranum

Sannføri, Sakligheit, »Klokkuklárar mannagongdir«, »Treytaleyst nærlagni« og tílík slagorð skuldu vera søluvørumerkið hjá Høgna Hoydal á leið hansara til maktina, fyrst í Tjóðveldisflokkinum og síðani í fullveldisríkinum Føroyar. Og hann spardi ikki uppá krútið at leggja sínar mótstøðumenn undir júst tað øvugta, ósakligheit, lygn og manipulatión

Hans Pauli Strøm,
javnaðarmaður

Nú er hann tikin í at hava skapt og hildið lív í eini stjórnarkreppu og lagt eina leikskrá til at manipulerað fjølmiðlarnar við og fuppa Føroya fólk - alt fyri at fjala út yvir sína totalu politisku kapitulatión.
Tað er onki galið í tí at ein politikari og floksformaður fyrireikar seg og planleggur, hvat hann skal gera og siga, at hann ger sær eitt manuskript og er klárur, tá hann skal greiða frá síni støðu og sínum avgerðum.
Men tað álvarsliga og óhugnaliga er tað, at hetta var eitt nágreiniligt leikrit at draga fjølmiðlarnar upp á tráð í eini tilætlaðari roynd at villleiða Føroya fólk.
Tað hevur verið hugstoytandi seinastu árini at síggja henda áður so stolta Tjóðveldisflokkin við progressivum tjóðskaparligum og samfelagspolitiskum traditiónum, nú undir leiðslu Høgna Hoydals verða traðkaðan niður og drignan gjøgnum fólkaflokssvansið (sí m.a. Fregnir frá síðsta vikuskifti um Fólkafloksins politisku korruptión).
Fyri hvat? Nú tá samanum kemur, fyri onki, uttan nakað úrslit - bert fyri at vera endaður í ein sjálvstýrispolitikki, sum enntá liggur aftan fyri Sambandsflokkin, og á øðrum økjum í einum nýkonservativum fólkaflokspolitikki.
Tjóðveldisflokkurin hevur tó seinastu mánaðirnar havt fleiri møguleikar at reisa seg úr fólkafloksflóðrinum og rætta ryggin m.a. við ítøkiligum samstarvi við Javnaðarflokkin á fleiri økjum. Í míni býttheit trúði eg upp á møguleikarnar fyri einum progressivum samstarvi millum hesar báðar flokkar. Tí er tað bæði hugstoytandi og flóvisligt at uppdaga, at ein sjálvur eins og alt Føroya fólk er hildið fyri tað turra spott av væltalandi og orðfagra formanni Tjóðveldisfloksins.