Tað var ein klók avgerð um eina góða semju, sum løgmaður og floksformenninir í samgonguni tóku í málinum um at skipa Føroyar sum eitt valdømi, so avgerðin fær gildi aftaná fyrstkomandi løgtingsval, og at Suðurstreym í millumbilinum fær eina størri umboðan við einum tinglimi aftrat.
Samgonguumboðini, sum eru ímóti einum valdømi, hava sagt, at tey kunnu liva við hesum, og taka tí undir við semjuni. Og sjálvandi eiga tey sum eru fyri einum valdømi, eisini at kunna taka undir við hesum. Tí hetta gevur øllum pørtum tað neyðuga skotbráðið til at fyrireika seg og innstilla seg til hesa víðgongdu broytingina í valskipanini.
Tey samgonguumboðini, sum kortini ikki vilja tað, mugu hava okkurt annað í kvittanum – okkurt taktiskt lokabragd - annars er tað ikki til at skilja. Tí um samgongulimir fara at svíkja semjuna, sum løgmaður og floksformenninir hava gjørt – eftir at málið hevur verið viðgjørt bæðí á samgongufundi og í tingbólkunum - so stinga teir samgonguna í ryggin, ilt kemur millum flkkarnar, samgongan slitnar, nýval verður útskrivað – og øll stórmálini sum samgongan hevur eftir at fremja í heyst, detta niðurfyri.
Her eru nevnliga nógv og góð vælferðarpolitisk mál, sum ymisku landsstýrismenninir skulu leggja fram vegna samgongu okkara.
Úr rúgvuni frá Almanna- og heilsumálaráðnum:
• Bústaðarpakkin: Lutaíbúðalógin er á veg í tingið. Í oktober kemur nýggja bústaðarpartafelagið sum skal lætta um hjá veikum bólkum at fáa fígging, og samstundis veita pensjonistum orku- og bjálvingarstuðulslán. Í oktober kemur eisini leigulógin.
• Fyritíðarpensjón: Lægsta verður nógv hækkað, inntøkumarkið hækkað og mótrokningin lækkað – í tingið í næsta mánaða.
• Barnaískoytisstuðul til stakar uppihaldarar - er á veg í tingið.
• Barnsins 1. sjúkradagur, endurgjald til tímalønt - er á veg í tingið
• Nýggj sjúkrakassaskipan: lógin er á veg í tingið.
• Nýggj tubbakslóg, sum ger almenna rúmið í Føroyum roykifrítt, í tingið í okt.
• Nýggj sálarsjúkulóg: nýggj tíðarhóskandi lóg í staðin fyri 70-ára gomlu psykiatrilógina – í tingið síðst í sept.
• Endurbúgving: betri stuðul, sum skal gerast óheftur av inntøkuviðurskiftum hjá hjúnarfelaga – lógin er á veg í tingið
• Frí koppseting: lóg um at veita fólkapensjonistum ókeypis influensakoppseting
Hesar verklagslógir verða lagdar fyri tingið í næsta mánaða:
• Sambýli til sálarsjúk í Havn
• Økisdepil fyri sinnisveik í Suðuroy
• Røktarheimsbygging í Norðoyggjum
Úr rúgvuni frá øðrum aðalráðum:
• Fastognarkeypilóg: lóg sum ásetir krøv í smb. við húsakeypi og sølu – kemur seinni í heyst (Innlendismálaráðið)
• Arbeiðsskaðartryggingarlóg: nýggj lóg at nútímansgera reglur um trygd og upphæddir – kemur í sept. (Vinnumálaráðið)
• Endurgjaldsábyrgd: nýggj lóg við ásetingum um endurgjald til persónar, ið hava verið fyri skaða – kemur í heyst (Innlendismálaráðið)
• Brúkaravernd: Nýggj lóg um marknaðarføring og brúkaravernd – frá Vinnumálaráðnum í sept. (Vinnumálaráðið)
• Nýggjar útbúgvingarlógir: um miðnáms-, lærara- og pedagogútbúgving og lóg um Føroya Lærda Háskúla (Mentamálaráðið)
• Nýggj eftirlønarskipan: Lóg um uppsparing til eftirløn (Fíggjarmálaráðið)
Onnur stórmál hjá landsstýrissamgonguni:
• Umhvørvisvernd: Løgtingssamtykt um staðfesting av Kyotosáttmálanum og verju av osonlagnum (Løgmansskrivstovan)
• Náttúruvernd: Nýggj lóg um nýskipan av føroyskari náttúruvernd (Innlendismálaráðið)
• Yvirtøka av vinnulóggávuni: Løgmansskrivstovan og Vinnumálaráðið
• Búskapargrunnur: lóg um búskapargrunn til inntøkur frá einskiljingum og møgl. oljuvinnu (Fíggjarmálaráðið)
• Sandoyartunnil: lóg um fast samband millum Sandoy og Streymoy (Vinnumálaráðið)
• Trygdarmiðstøð: verklagslóg um nýggja trygdarmiðsstøð í Klaksvík (Fiskimálaráðið)
• Kringvarpshús: verklagslóg um útbygging av kringvarpshúsið í sortudíki (Mentamálaráðið)
• Útlendingalóg: broytingar reglunum í útlendingalógini um innflyting av arbeiðsmegi úr ES-londum (Innlendismálaráðið)
• Kirkjulógir: 7 løgtingslógir um kirkjuviðurskifti í smb. við yvirtøkuna av Fólkakirkjuni (Mentamálaráðið)
Latið góðan samstarvsanda ráða
Slitnar samgongan nú í heyst, detta øll hesa góðu politisku stórmálini niðurfyri. Tað hevði verið ein sonn vanlukka. Tað kann ein og hvør skilja, sum hyggur henda langa listan ígjøgnum. Og tað hendir, um samgongulimir ikki vilja fylgja teirri skilagóðu semju, sum er gjørd millum løgmann og formenninar í samgonguflokkunum.
Latið okkum heldur øll í samgonguni sleppa allari valtaktiskari politiskari egoismu, og leita tann framúr góða samstarvsandan framaftur, sum higartil hevur rátt okkara millum í hesum samgonguskeiðinum. Hesin samstarvsandin hevur givið megnarúrslit í framdum avrikum á øllum økjum, og lat okkum halda á hetta árið út, so vit eisini kunnu fullføra okkara arbeiði við eisini at fremja hesi politisku stórmálini, sum eru á okkara skrá í heyst.
Vestmanna, tann 25. aug. 2007
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður