Landsstýrismaðurin í Almanna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, hevur misskilt nakað heilt grundleggjandi, nú hann sigur, at uppgraderingin og menningin av sjúkrarøktarfrøðisútbúgvingini inniber, at sjúkrarøktarfrøðingar kunnu átaka sær alsamt fleiri læknauppgávur.
Sjúkrarrøktarfrøði er, eins og læknayrki, eitt sjálvstøðugt yrki. At sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingin er fyri støðugari menning, er ein neyðug gongd í ein hvørji professión fyri at menna yrkið og ikki fyri at átaka sær uppgávur fyri aðrar starvsbólkar. Hendan menning í yrkinum og útbúgvingini er ikki fyri at gera sjúkrarøktarfrøðingar til hálvar læknar, men fyri at menna sjúkrarrøktaryrkið. Endamálið við hesum vil altíð vera at gerast alsamt betur at veita sjúkrarøkt við sjúklingsins lið. Hetta er grundarsteinurin í sjúkrarrøktarfrøðini.
Felagið heitir á Hans Paula Strøm, landsstýrismann, um ikki at blanda seg í defineringina av sjúkrarøktarfrøðini, tí útsagnir hansara síðstu dagarnar hava víst, at har hevur hann als einki innlit.