Hans Pauli Strøm hótti við at rýma

Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum, er so misnøgdur við raðfestingarnar á fíggjarlógini fyri næsta ár, at hann beinleiðis hótti við at siga upp sum landssstýrismaður. Tað endaði við, at samgongan bakkaði so mikið, at hann verður sitandi

- Hesum kann eg als ikki liva við.

Boðskapurin frá Hans Paula Strøm, landsstýrismanni í heilsumálum, til samgonguna, var púra greiður í gjárkvøldið, tá ið Løgtingið viðgjørdi fíggjarlógina fyri næsta ár.

Hann er so misnøgdur við tær skerjingar, sum eru gjørdar í heilsuverkinum, at hann beinleiðis hótti at siga upp, sum landsstýrismaður, verða broytingar ikki gjørdar.

Og tað endaði við, at samgongan samdust um at strika summar av sparingum og sostatt fekk sissa landsstýrismannin so mikið, at hann kann liva við teimum broytingum, sum verða gjørdar.


Sjúkrahúsini fingu sítt

Fremst av øllum fegnast Hans Pauli Strøm um, at nú fíggjarlógin hevur verið ígjøgnum mylluna hjá fíggjarnevndini, er sjálvi kjarnuøkini hjá heilsuverkinum, sum eru tey trý sjúkrahúsini, sloppin snikkaleys.

- Tað er ómetaliga týdningarmikið, at samgongan er samd um, at tey trý sjúkrahúsini skulu hava tað upphædd, tey hava tørv á, fyri at virka á fullgóðum grundarlagi, sigur hann.

Hann er ómetaliga fegin um, at sjúkrahúsini hava fingið eina nøktandi játtan, hóast sparingar eru framdar á at kalla á øllum rakstrarøkjum.

Men hann leggur dent á, at hóast hetta, ætlaði bæði samgongan í fíggjarnevndini, og partvís eisini allir flokkar í løgtinginum, at seta so ógvusligar sparingar í verk á ymsum økjum í heilsuverkinum, at tað hevði hann ikki kunna livað við.

- Tað hevði verið sum at kappa hendurnar av mær. Tað kundi eg als ikki góðtaka og tað boðaði eg mínum flokki frá, sigur landsstýrismaðurin.


Kappa hendurnar av

Tað, sum hann sipar til, er, at ætlanin hjá fíggjarnevndini var, at Heilsumálaráðið skal spara tvær milliónr næsta ár.

Av teimum skal sjálvt ráðið spara 400.000 krónur, men KT-deildin skal spara heilar 1,4 millión.

- Tað hevði verið ein so stór vanlukka, at tað hevði ikki verið til at liva við, sigur, landsstýrismaðurin.

Hann sigur, at KT deildin umsigur alla vaktarætlanina fyri alt almanna- og heilsuøkið. Talan er sostatt um eina ómetaliga umfatandi skipan, sum heldur skil á vaktarskipanini hjá 2000-2500 starvsfólkum í heilsu- og almannaverkinum.

Samstundis arbeiðis KT deildin við at gjøgnumføra talgiltu heilsuskipanina og ætlanin hevur verið, at longu 5. januar, skal skipanin takast í brúk á kirkgirsku deild, intensivu deild, føðideildini og á narkosuøkinum.

- Hetta er ein kollveltandi skipan, sum har allir sjúklingaupplýsingar verða lagdur á eina telduskipan, sum ger tað túsund ferðir lættari og tryggari at viðgera sjúklingar.

Hans Pauli Strøm sigur, at skulu allar hesar skipanirnar ikki fara fyri skeytið, er tað heilt avgerandi, at KT deildin verður varðveitt og tí kundi hann undir ongum umstøðum góðtaka ætlaðu skerjingarnar hjá fíggjarnevndini.


Helvtin strikað

Hans Pauli Strøm sigur, at eftir tingfundin í gjárkvøldið hevði samgongan fund um málið og har varð gjørt av, at strika helvtina av sparingunum til umsitingina í Heilsuverkinum.

- Tað merkir, at vit eru samd um at rætta ein part av hesum fullkomiliga høpisleysu sparingunum.

Sostatt skulu vit spara eina millión ístaðin fyri tvær og nú verða sparingarnar býttar soleiðis, at sjálv fyrisitingin skal framvegis spara 400.000 krónur, men KT deildin skal spara 600.000 krónur, ístaðin fyri 1,6 millión, sum upprunaliga ætlað.

Hans Pauli Strøm sigur, at hetta má hann so royna at fáa sett í verk.

Men hann sær fyri sær, at tey kunnu ikki fara undir at seta talgiltu heilsuskipanina í verk tann 5. januar, sum ætlað, tí tað má útsetast.

Hvusu leingi tað skal útsetast, veit hann ikki.