Tvørpolitiski pensjónsbólkurin varð samdur um, at ongin í bólkinum úttalaði seg til miðlarnar um arbeiðið í bólkinum fyrr enn arbeiðið var liðugt. Og vit samdust enntá um eitt tíðindaskriv, sum varð sent øllum miðlum, m.a. um hesa munnkurv. Nú síggi eg, at Hans Pauli Strøm, sum er í bólkinum, hevur eina langa grein í bløðunum um pensjónir, og um hvat Javnaðarflokkurin vil og heldur. Hendan grein hjá HPS kann bara skiljast sum at semjan um tøgn er upployst. Tað vil siga, at tað nú aftur stendur miðlunum frítt at seta seg í samband við øll í bólkinum!