- Kemur tað til skarpskeringar, fari eg at nokta leiðsluni á Landssjúkrahúsinum at seta sparingar í verk.
Tað staðfestir Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum.
Sostatt er lagt upp til kríggj í samgonguni um okkara meginsjúkrahús, tí gongur sum restin av samgonguni ætlar, fær Landssjúkrahúsið alt ov lítið av peningi at arbeiða fyri í ár, eins og Allan Skaalum, sjúkrahússtjóri, greiðir frá í greinini niðanfyri.
Hans Pauli Strøm sigur, at hann royndi av øllum alvi at fáa samgonguna at seta meiri pening av til Landssjúkrahúsið, men tað miseydnaðist.
Tí hevur hann góðtikið játtanina, sum nú stendur á fíggjarlógini, sum varð lagt fyri løgtingið fyrr í vikuni.
Men tað var ikki treytaleyst, at hann góðtók tað.
Gevur samgonguni kravboð
- Hetta var ein neyðsemja sum eg góðtók við teirri treyt, at hvussu víkir og vendir, skal virksemið hjá Landssjúkrahúsinum skal ikki skerjast.
Hans Pauli Strøm sigur, at hann kann rætt og slætt ikki liva við, at landssjúkrahúsið noyðist undir umfatandi sparingar, soleiðis sum leiðslan hevur boðað frá, verður avleiðingin av teirri játtan, sum samgongan hevur sett av á fíggjarlógini.
Verður tað sostatt neyðugt við hægri játtan fyri at varðveita virksemið, skal Landssjúkrahúsið hava hægri játtan.
Tá í fíggjarlógin er endaliga avgreidd úr Løgtinginum, fer hann sostatt at geva leiðsluni á Landssjúkrahúsinum beinleiðis forboð ímóti at seta sparingar í verk, sum raka virksemið, sum er á Landssjúkrahúsinum.
- Tað skal ongin funktión, sum er neyðug fyri tað virksemi, sum er, skerast burtur og tað skal ongin deild stongjast. Tað fær leiðslan á Landssjúkrahúsinum forboð fyri frá mær, staðfestir hann púra greitt.
Hann sigur, at hevur hann gjørt landsstýrinum púra greitt.
Hann sigur, at tað hevur mangan verður nevnt, at skal tað muna við sparingum, verður neyðugt, at niðurleggja heila funktiónir og í hesum sambandi hevur dialýsuviðgerð av nýrasjúklingum onkuntíð verið nevnt.
- Men Landssjúkrahúsið sleppur hvørki at niðurleggja dialýsuviðgerðina ella virksemið í sambandi við krabbamein, diabetis ella annað neyðugt virksemið.
- Tað einasta, vit fáa burtur úr tí er, at játtanin til serviðgerð uttanlands má hækkast og tí er skilaleyst við slíkum sparingum.
- Eg góðtaki heldur ikki, at deildir verða stongdar, tí tað fer at føra til longri bíðilistar og at skaðar verða verri og í longdini verður tað dýrari fyri allar partar.
Hann sigur, at nú skal ein óheft fíggjarlig kanning gerast av virkseminum á Landssjúkrahúsinum og verður niðurstøðan, at tað ikki ber til at varðveita virksemið, sum nú er á Landssjúkrahúsinum, við teirri játtan, sum er, skal játtanin hækkast.
Annars hevur hann givið leiðsluni á Landssjúkrahúsinum boð um at ansa eftir, at útreiðsluhækkingum, men tað skal ikki raka tað virksemi, sum er og sostatt skulu ongar týdningarmiklar funktiónir niðurleggjast.
- Sostatt skal tað virksemi, sum nú er á Landssjúkrahúsinum ikki skerjast, endurtekur hann.
Les eisini greinina “landssjúkrahúsið skerast inn á bein”.










