Hans Pauli skiftir felag

Eftir bara eitt kappingarár í B36 veitrar Hans Pauli Samuelsen nú felagnum farvæl.

Tað var ikki leingi, at B36 fekk gleði av Hans Paula Samuelsen. Eftir eitt kappingarár, har hann var við til at vinna meistaraheitið saman við felagnum, hevur hann nú valt at fara úr aftur felagnum. Hann skiftir nevniliga til Víking.


Víkingur upplýsir, at sáttmálin er galdandi fyri komandi kappingarár. Tilgongdin av Hans Paula kemur bert tríggjar dagar eftir at felagið skrivaði sáttmála við Jón Krosslá Poulsen, so sigast má, at brikkarnir frammanfyri Sámal Erik Hentze nú byrja at fella upp á pláss.


Hans Pauli Samuelsen, sum fyllir 31 ár í ovurmorgin, náddi at skjóta 10 mál fyri B36 - níggju í Effodeildini og eitt í Champions League, men hevur annars skarað framúr sum uppleggjari til ein hóp av málum.