Hans Pauli skift til B36

B36 hevur á ársveitsluni í kvøld kunngjørt, at Hans Pauli Samuelsen skiftir frá EB/Streymi

B36 hevur í kvøld kunngjørt, at Hans Pauli Samuelsen skiftir frá EB/Streymi til B36 til komandi kappingarár. 30 ára gamli Hans Pauli hevur í longri tíð verið settur í samband við B36.

 

Les eisini: Hans Pauli helst til B36

 

Bæði Sosialurin og in.fo hava fleiri ferðir víst á, at tað er sannlíkt, at bóltsnillingurin skiftir til FM vinnararnar úr B36. Hans Pauli er 30 ára gamal og hevur bara spælt við EB/Streymi. Hann hevur í ár skotið heili 13 mál. Partarnir hava gjørt ein eitt ára sáttmála.

 

B36 hevur gjørt sáttmála við flestu av spælarunum frá hesum kappingarárinum, men hava mist Adeshina Lawal, sum er farin til ÍF.