Undir heitinum ?1000 + 1 skulptur? sýnir Politikens Hus í hesum døgum fram standmyndina Freja hjá Hans Paula Olsen.
Heitið á framsýningini sipar til, at Hans Pauli hevur gjørt ein stóran ´original´ av Freju til Politikens Galleri og samstundis 1000 smá eintøk av standmyndini, ið kunnu keypast í gallerínum.
Sum gudinna fyri fruktbari er Freja so at siga tann sokkul, mannaættin stendur á og stavar frá. Til at ímynda tað, eru tveir sokklar endurgivnir í standmyndini ? ein, ið Freja stendur á og ein, ið kann síggjast sum støði undir øllum tí, ið kemur aftaná.
Framsýngin er í Forhøllini í Politikens Hus á Ráðhúsplássinum í Keymannahavn.
Opið er gerandisdagar frá kl. 8.30 til kl. 18.00 og í vikuskiftinum frá kl. 10-16.
Í sambandi við framsýningina vísir Politikens Hus filmin hjá Katrini Ottarsdóttir ?Eingin kann gera tað perfekta?, ið er eitt dokumentariskt portrett av myndahøggaranum Hans Paula Olsen .
Sýningin verður hósdagin 3. apríl kl. 19.30 í Politikens Foredragssal.











