Hans Pauli Olsen ger standmynd av Christian IV

Kongurin stendur oman á einum øvugtum Rundatorni, sum er høgt í granitt.

Í kvøld visti KVF at siga, at Hans Pauli Olsen, listamaður, skal gera 6 metra høga standmynd, sum skal standa mitt í Keypmannahavn.

 


Kinna Polulsen skrivar m.a. soleiðis á www.listaportal.com:

 


Liðin eru heili 8 ár síðani privat fíggjaða verkætlanin varð góðtikin í kommununi.

 


Hans Pauli Olsen hevur gjørt eitt model av standmyndini, her síggja vit Christian IV, sum verður avmyndaður í bronsu saman við sínum kendastu bygningsverkum. Kongurin stendur oman á einum øvugtum Rundatorni, sum er høgt í granitt. Á hvørjari síðu á Rundatorn eru tornini frá Rosenborg og Børsen. Standmyndin verður 6 metrar høg og skal standa mitt í Keypmannahavn á plássinum við Børsen og Christiansborg, skrivar listaportal.com.