Hans Pauli og Kingo í Gøtu

Í kvøld verður konsert við kiongosangi og Kára Sverrissyni í gomlu kirkju í Gøtu, og í Losjuni verður filmur um listarmannin Hans Paula Olsen Tróndardagarnir í Gøtu halda fram. Á skránni í kvøld er áhugaverd konsert í gomlu kirkju í Norðragøtu, har kingosangarar úr Tjørnuvík og Kári Sverrisson fara at syngja.

Í Losjuni fáa fólk høvi at síggja ein film um listarmannin Hans Paula Olsen, sum hevur gjørt standmyndina av Tróndi í Gøtu. Listarmaðurin verður hjástaddur, og fólk fáa høvi at seta honum spurningarn aftan á sýningina.

Øll søvnini hjá Gøtu Fornminnissavni, Blásastova, Hoyggjhúsið og Gjáarneystið, eru opin í dag eins og hinar Tróndardagarnar og somuleiðis framsýningin um Gøtu húsasøgu og myndaframsýningin við myndum úr bókini hjá Sigfríði Joensen um Gøtuskeggjarnar. Øll hesi tiltøkini eru í húsunum í gamla býlinginum í Norðragøtu.

Tað hevur víst seg, atgongutúrarnir úr Leirvík um Fjallið eru væl umtóktir, og í dag verður farið til gongu klokkan 17.