Hans Pauli og Arnbjørn ársins leikarar

Ítróttarhøllin á Eiði var stúgvandi full – 850 fólk sótu til borðs. Heiðursborðið var mitt í salinum og har sótu leikarar við makum teirra. Millum hesar sótu Arnbjørn Hansen og Hans Pauli Samuelsen, og miðskeiðis undir borðhaldinum vórðu teir noyddir at reisa seg, tá venjaraparið, Sigfríður Clementsen og Magni Mohr, róptu teir upp á pallinum. Teir skuldu fagnast, tí teir vórðu kosnir at vera ársins leikarar hjá EB/Streymi í ár. Leif Niclasen mátti eisini ein túr niðan á pallin, tí hann fekk heiðurin sum ársins stjørnuskot. Hjá Leif Niclasen var eisini talan um meiri enn bara heiðurin, tí NAFA og Jákup í Stórustovu hava syrgt fyri, at ein royndarvenjing eisini var partur av vinninginum. Henda royndarvenjing verður gjørd, tá venjararnir og Leif Niclasen meta tað vera eitt hóskiligt tíðspunkt.