Hans Pauli nærkast nú EB/Streymi

Eftir at bæði Arnbjørn Hansen og Leif Niclasen hava longt sáttmálan við EB/Streymi, so skilst, at Hans Pauli Samuelsen verður tann næsti at leingja sáttmálan við meistaraliðið.

 

Keldur sigur, at Hans Pauli Samuelsen eisini er í samráðingum við Víking, men at tað er meiri sannlíkt, at bóltsnillingurin heldur fram í við Margáir. Sum skilst, so verður ein avgerð tikin ein av næstu døgunum.

 

Tað hevur leingi sæð nakað ivasamt út í EB/Streymi. Sorin Anghel er farin til AB, Pauli G. Hansen er givin og Jonhard Fredriksberg hevur í eina tíð verið settur í samband við NSÍ. Skiftið hjá Jonhardi er endaliga gjøgnumført í dag.

 

Men so fór felagið at gera um seg, og sáttmáli varð skrivaður við fleiri av lyklaspælarunum frá í fjør. Har í millum Levi Hanssen, Arnbjørn Hansen og Leif Niclasen, umframt at Gunnar Zachariasen kom til úr B36.