Hans Pauli: Nú má gongdin vendast

(Rás2) Hoyr veteranin hjá EB/Streymi, Hans Paula Samuelsen seta orð á 0-2 tapið ímóti AB á Argjum

Gongdin er ikki góð hjá EB/Streymi, og í dag taptu sundalagsmenn 0-2 ímóti AB úti í Vika á Argjum.


EB/Streymur hevur 11 stig, og hava nú bert trý stig niður til niðurflytingarstrikuna har AB liggur við átta stigum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við veteranin hjá EB/Streymi, Hans Paula Samuelsen.

 

Hans Pauli Samuelsen heldur, at EB/Streymur hevði avgjørt møguleikarnar til at skora mál og tryggja sær stig í dag, men hann og hinir á liðnum vóru ikki nóg neyvir.

 

Hans Pauli Samuelsen ásannar, at nú má okkurt henda hjá EB/Streymi tí nú eru teir aftur partur av niðurflytingarstríðnum. 

 

Frásøgnin hjá Tróndi Arge av báðum málunum hjá AB, og samrøðan Rás2 hevði við málverjan og liðskiparan hjá AB, Heðin Stenberg hoyrast HER