HUXA
----
Hans Pauli Strøm, fyrrverandi landsstýris- og løgtingsmaður fyri javnaðarflokkin leggur nú aftur eftir landsstýrisins førda politikki. Hann sáar mistreysti og ótryggleika heldur enn at fegnast um ta góðu gongdina í Føroyum.
Men tað er slíkum so líkt, sum einki úrslit hava sæð av sínum egna politikki.
Nú tvíheldur Hans Pauli um, at skattalættin onga vøkstur hevur skapt.
Hetta uppáhald kemur, nú almenn tíðindi m.a. ganga um, at íløgur verða gjørdar fyri 3,2 mia. kr. komandi ár, at byggivinnan hungrar eftir arbeiðsfólki og kappast um lønir. Reyði serfrøðingurin druknar í partapolitiskum ovurkæti og kann illa vera annað enn ónøgdur við alt, sum landsstýrið ger.
Hví nevnir Hans Pauli ikki hesi alment váttaðu tølini og tíðindini?:
1. Lønargjaldingarnar eru vaksnar úr 6.701 mió. kr í 2009 til 7.193 í 2013. Vøkstur nærum 500 mió ella ½ mia kr.
2. Privatar høvuðsvinnur eiga meginpart av hesum lønarvøkstri og almennar tænastur minni helvt.
3. Arbeiðsloysið er minkað úr 8% í 2011 (tá Aksel umsat fíggjarmál) niður í 4% í januar 2014 (nú Jørgen situr á kassanum).
4. 200 fleiri løntakarar eru komnir seinasta hálva árið
5. Búskaparvøksturin verður 3% (mett) í 2014
6. Brúkaraprístalið fór 0,6% niður í 2013. Búskaparvøksturin var 3%. (Tað merkir, at livistøðið hjá føroyingum er hækkað, og tað er vorðið bíligari at vera føroyingur)
7. Fólkatalið minkaði meðan Hans Pauli ráddi fyri borgum, men er nú farið at vaksa, øktist við 174 fólkum í fjør
8. Íløgur fyri 3,2 mia. kr. verða gjørdar komandi ár.
9. Treystitalið (t.e. framtíðarvónir føroyinga) er hækkað, hóast Hans Pauli og andstøðan júka tað øvugta
10. Skattainntøkurnar vuksu 6% í februar 2014, samanborið við februar 2013.
11. Landskassahallið verður 240 mió. kr. í ár (úr 800 mió kr undir CHE samgonguni). Arbeitt verður við at fáa hallið burtur í 2016, sum Hans Pauli og kammeratar hava pumpað upp.
12. Bygnaðarliga hallið minkað úr 4,7% av BTÚ í 2010 niður í 1% í 2012.
13. Føroysk fiskiskip og fiskavirki fáa vaksandi part av uppsjóvarfiskinum.
14. Fiskiskapurin eftir sild og makreli er metstórur
15. Makrelkvotan verður størsta nakrantíð í 2014
16. Nýtt uppsjóvarvirki er ávegis í Fuglafirði
17. Stórt yvirskot var á gjaldsjavnanum í 2013, og yvirskot á handilsjavnanum (helst tað sama í 2014)
18. Innflutningurin av byggitilfari er farin at vaksa aftur
19. Húsarhaldsnýtslan veksur
20. Nýggj pensiónskipan frá 1. januar 2014. Hetta ger at pensjónin verður fíggjað við uppsparing – ikki skatti. (Í staðin skýtur javnaðarflokkurin upp at umfordeila frá øllum til tey ríku, við at veita teim vælbjargaðu fólkapensjón seinni.
21. Landstýrið játtar 323 mió kr til íløgur í 2014 fyri at byggja Føroyar enn meiri út.
22. Útflutningsvirðið var 5,2 mia kr (metstórt) í 2013
Javning er ikki svarið
Hvat betri hevur Hans Pauli at bjóða føroyingum við útjavning frá teimum, sum arbeiða, til teirra, sum ikki arbeiða ella rýma av landinum; frá teimum, sum fiska ‘ogn Føroya fólks’, til teirra, sum bara krevja sín ‘rættvísa lut’ umvegis landskassan?
Hans Pauli vil vera við, at bert ein minniluti fekk ágóðan av skattalættanum. Talfrøðingurin, vil ikki virða tey faktuellu tølini, tí heili 14.554 fingu ágóðan av skattalættanum. Hesi 14.554 rindaðu 80% av samlaða skattinum. Nú vil hann vera við, at tey hava fingið ein ósosialan skattalætta.
Hvat bagir tær og tínum niðurstøðum Hans Pauli? Flatskatturin er ikki flatari enn so, at ein, ið forvinnur 1,2 mió. kr. rindar ikki bara 10 ferðir so nógv í skatti, sum ein ið forvinnur 120.000 kr. Men 26 ferðir so nógv.