Hans Pauli í klønum tráð

Kiksarin hjá Sambandsflokkinum í Norðstreymi tykist verða bøttur aftur, og markanti Javnaðartingmaðurin tykist hava ilt við at sleppa innaftur um tingdyrnar

Tá úrslitið av løgtingsvalinum var greitt fyri fýra árum síðani kundi staðfestast, at sambandsmaðurin í Norðstreymi var fallin. Hetta var søguligt. Tí tað var fyrsta ferðin, síðani floksbýtið í 1906, at Norðstreymoyingar ikki vóru umboðaðir í tinginum av einum sambandsmanni.
Nú bendir alt á, at annar av valdømisvaldu tingmonnunum í Norðstreymi verður ein sambandsmaður. Flokkurin fer sambært veljarakanningini í hesi vikuni at taka mannin aftur, sum fólkaflokkurin fór avstað við á síðsta vali. Fólkaflokstingmaðurin Jákup Suni Joensen er ikki á listanum hesa ferð.
At sambandsflokkurin fer at fáa mannin aftur tykist rættuiga víst. Sambært kanningini eru fleir enn tíggju prosent á muni millum sambandið á fremsta plássinum og javnaðarflokkin, sum er á triðja plássinum.
Sambandið var valskeiðið 1994?1998 umboða í Norðstreymoy av Mariu Hansen, sum eisini var bygdarráðsformaður í Vestmanna. Hon stillaði ikki uppaftur fyri fýra árum síðani. Tí skal eitt nýtt sambandsumboð veljast at umboða norðstreymoyingar.
Tjóðveldisflokkurin tykist skula varðveita sín tingmann. Harvið bendir nógv á, at Hans Pauli Strøm, sum hevur umboðað javnaðarflokkin, ikki verður umdømisvaldur. Í hesum valskeiðnum hevur javnaðarmaðurin í Norðstreymi, sum í nógvum førum hevur tykst sum høgra hondin hjá floksformanninum, Jóannesi Eidesgaard, verið eykavaldur í Norðstreymi. Sambært kanningini fer javnaðarflokkurin ikki at fáa nakran eykavaldan tingmann hesa ferð.
Hetta valskeiðið hevur Norðurstreymoy átt trý løgtingsumboð. Tað tykist vera møguleiki fyri, at tað eisini verður soleiðis komandi valskeiðið. Tað kann hugsast, at triði eykamaðurin hjá fólkaflokkinum fer at fella í hesum valdøminum, men tað er væl meiri ivasamt, enn tá talan er um umdømisvaldu umboðini.