Hans Pauli kanska klárur


Tað er einki at ivast í, at talan var um dyggan smeit, sum EB/Streymur fekk, tá Hans Pauli Samuelsen fyri trimum vikum síðani breyt beinið undir venjing.
                      Brotið var tó sera reint, og tá hann hósdagin var til røntgen-kanningar, vóru boðini somikið positiv, at tað nú røkist fyri, at hann kann verða á vølli aftur hetta kappingarárið.
                      Sum skilst, so er gipsið nú skift um við tunnan skinnara, og tá hesin væntandi verður tikin av um tvær vikur, kann venjingin aftur byrja. Og so er tað væl hugsandi, at EB/Streymur til ta tíð hevur ein jokara av høgum kalibri sitandi á beinkinum.