Hans Pauli kannar møguleikarnar

Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, sigur, at Almanna-og Heilsumálaráðið í løtuni kannar møguleikan fyri at geva lítla Peturi eitt serligt stovnstilboð í Føroyum, so 5 ára gamli drongurin ikki verður noyddur av landinum á danskan viðgerðarstovn

Í gjár sendu limafeløgini í MBF eina yvirlýsing til fjølmiðlarnar, har tey staðiliga mótmæltu ætlanini at senda fimm ára gamla Petur, sum hevur atferðartrupulleikar, av landinum.
Bára Johansen er formaður í MBD/DAMP felagnum, og í Sosialinum í gjár greiddi hon frá, at yvirlysingin er seinasti møguleiki at fáa landsstýrismanninum at broyta avgerðina um at senda fimm ára gamla Petur av landinum á danskan viðgerðarstovn. Um Hans Pauli Strøm hevur tikið yvirlýsingina til eftirtektar ella ei skal verða ósagt, men í løtuni kanna fólk á Almanna- og Heilsumálaráðnum av øllum alvi møguleikan fyri at veita lítla Peturi eitt stovnstilboð í Føroyum.
-Eg vil fyri alt í verðini ikki koma fram til eftir, at málið endaliga er viðgjørt, at har vóru møguleikar; vit ikki kannaðu. Vit royna, eins og vit hava gjørt gjøgnum alt málið, at kanna hvørjir møguleikar og loysnir eru í spurninginum, greiðir Hans Pauli Strøm frá.
Spurdur, um nær embætisfólkini á almanna- og heilsumálaráðnum koma til eina endaliga niðurstøðu í málinum, svarar landsstýrismaðurin, at tað er torført at meta um, tí tað eru nógv fólk, sum skulu spyrjast í málinum.

Onnur raðfesting
Hans Pauli Strøm greiðir frá, at málið um fimm ára gamla Petur er einstakt, og sum støðan er í løtuni er eingin stovnur, sum kann nøkta hansara tørv.
-Tað eru stovnstilboð til atferðartrupul børn í aldrinum 10-12 ár, men ikki fyri smábørn sum Petur. Vit eru eitt lítið land, og tað er tí ógvuliga trupult at raka allan tørvin hjá atferðartruplum børnum, sigur landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum.
Hann leggur afturat, at higartil hevur politiski myndugleikin raðfest fosturfamiljuskipanina til smábørn við atferðartrupulleikum fremst, heldur enn at bjóða børnum serlig stovnstilboð.