Hans Pauli er føddur og uppvaksin á Argjum, sonur Maritu, f. Hansen, úr Miðvági, og Mortan Joensen av Argjum.
Hans Pauli er úbúgvin cand. scient. í alisfrøði og støddfrøði frá Odense Universiteti á summri 1980. Hann var lærari í alis- og støddfrøði á Føroya Studentaskúla í hálvtannað ár og hálvt ár á Skt. Knuds Gymnasium í Odense.
Síðan á heysti 1982 hevur hann arbeitt á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, har hann er lektari í alisfrøði.
Í 1986 gjørdist hann, sum 31 ára gamal, leiðari á Náttúruvísindadeildini, og tað er hann enn. Í fleiri umførum hevur hann verið vararektari á Fróðskaparsetrinum.
Hans Pauli verður av sínum starvsfeløgum mettur sum ein hollur vísindamaður, og samstundis er hann sera sosialur og umgongiligur.
Í gransking hevur hann arbeitt við havfrøði, veðurfrøði, vindorku og seinnu árini mest við kanningum av geislavirknari dálking av umhvørvinum. Kanningarnar av geislavirkni verða gjørdar í norðurlendskum og arktiskum høpi.
Tað var Tjernobylvanlukkan í 1986, sum førdi til økta gransking innan geislavirkna dálking, bæði í Føroyum og í útheiminum.
Hans Pauli hevur serligan alsk til ellisakfør, hann er limur í áhugafelagnum Føroya Ellisakfør og eigur bæði bilar og motorsúkklur. Eisini er hann aktivur 1. tenorur í Tórshavnar Manskóri.
Hann er giftur Katrin Joensen, f. Johansen, av Strondum, og tey eiga tveir synir, Magnus og Mortan.










