Hans Pauli ikki undir sjóneyku á hesum sinni

Landsstýrismálanevndin er biðin um at kanna embætisførsluna hjá Hans Paula Strøm, landsstýrismanni, men tað fer nevndin neyvan at gera

Frítíðarskúlin á Tvøroyri

Landsstýrismálanevndin fer neyvan at kanna embætisførsluna hjá Hans Paula Strøm, landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum.
Á løgtingsfundi mikudagin, heitti Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, annars á landsstýrismannanevndina um at leggja embætisførsluna hjá Hans Paula Strøm undir sjóneykuna.
Løgtingið hevði málið um leiðaran á frítíðarskúlanum á Tvøroyri til viðgerðar. Annita á Fríðriksmørk hevði sett landsstýrismanninum nakrar atfinningarsamar spurningingar um hansara leiklut, tá ið kommunan setti ein lærara í starvið sum fyribils leiðara á frítíðarskúlanum til setti leiðarin kemur aftur úr farloyvi í summar.
Og atfinningarnar frá andstøðuni regnaði niðuryvir landsstýrismannin í hesum sambandi.
Eitt nú varð hann skuldsettur fyri at seta rættartrygdina hjá einum borgara til viks, hann var skuldsettur fyri at renna ørindi fyri javnaðarflokkin á Tvøroyri og hann varð skuldsettur fyri at hava góðtikið, at kommunan brúkti beinleiðis ósakligar grundgevingar til at vrakað einasta skikkaða umsøkjaran til leiðarastarvið.
Tað stendur í lógini, at leiðarar á frítíðarskúlum skulu vera námsfrøðingar, altso pedagogar.
Hans Pauli Strøm vísti á, at pedagogurin hevði at enda fingið grundgevingar fyri, hví hon ikki fekk starvið og tær grundgevingarnar hevði hann góðtikið.
Og tað endaði við, at Páll á Reynatúgvu heitti á formannin í landsstýrismálanevndini um at taka málið upp og at kann embætisførsluna hjá Hans Paula Strøm í hesum máli.

Tekur neyvan málið upp
Kári P. Højgaard er formaður í Landsstýrismálanevndini og hann sigur, at tað er ikki avgjørt, um landsstýrismálanevndin fer at taka málið upp.
Hann fer nú at taka spurningin upp við hinar báðar limirnar í nevndini, sum eru Karsten Hansen, ið er næstformaður, og Kjartan Joensen.
Men sjálvur heldur hann ikki, at hetta er eitt mál fyri landsstýrismálanevndina.
Hann vísir á, at Pedagogfelagið hevur lagt málið fyri Løgtingsins Umboðsmann og hann heldur ikki at tað er rætt, at tveir eftirlitsstovnar hjá tí almenna skulu viðgera sama mál ísenn.
? Tá ið Løgtingsins Umboðsmaður viðgerð málið, vildi tað verið ógvuliga óheppið, at Landsstýrismálanevndin eisini tekur málið upp, sigur Kári . P.Højgaard.
? Tað ber ikki til, at tveir eftirlitsstovnar viðgera málið samstundis.
Hann metir sostatt, at landsstýrismálanevndin fer í hvussu so er ikki at taka málið upp, fyrenn Løgtingsins Umboðsmaður er komin við sínari niðurstøðu.
Men kemur Umboðsmaðurin til ta niðurstøðu, at embætisførslan hjá landsstýrismanninum er atfinningarsom, kann tað hugsast at vera eitt mál fyri landsstýrismálanevndina
? Tað kann eisini vera, at umboðsmaðurin kemur til ta niðurstøðuni, at hetta er júst eitt mál fyri Landsstýrismálanevndina. Les meir aðrastaðni í blaðnum.