Hans Pauli hevur umhugsað landsstýrissessin

Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum, segði við Kringvarpið í kvøld, at hann hevur umhugsað at leggja frá sær sum landsstýrismaður Hans Pauli Strøm segði við útvarpið hjá Kringvarpinum, at hann fer ikki at taka endaliga støðu til, hvat hann fer at gera, fyrr enn hann hevur havt fund við sín egna flokk og síðani løgmann.

Hesir fundir verða mánadagin.

Javnaðarflokkurin og Hans Pauli Strøm fara mánadagin at viðgera landsstýrissessin hjá Hans Paula Strøm og niðurstøðuna hjá landsstýrismálanevndini, sum sigur, at Hans Pauli Strøm hevur brotið stýriskipanarlógina.

Kelda: Kringvarp Føroya