Hans Pauli hevur skorað

Seks minuttir vóru farnir, tá ið EB/Streymur legði seg framum 1-0 ímóti HB. Málskjútti var Hans Pauli Samuelsen, sum í vinstru tamdi eftir langa sending, spældi eitt tvey og av brotsteigarmarkinum smekkaði flatt framvið Trónda Vatnhamar.

Í næsta HB álopinum bjargaði Bárður Olsen á strikuni, eftir horna og skotroynd frá Milan Kuljic.

EB/Streymur: René Tórgarð - Levi Hanssen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Leif Niclasen - Bárður Olsen, Mikkjal Thomassen (Brian Olsen 10.), Høgni Zachariassen - Sorin Anghel, Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen

HB: Tróndur Vatnhamar - Pætur Jørgensen, Fróði Benjaminsen, Rasmus Nolsøe, Poul Thomas Dam - Páll Mohr Joensen, Kári Nielsen, Milan Kuljic, Christian Høgni Jacobsen - Jákup á Borg, Andrew av Fløtum