Hans Pauli heldur fram í Gøtu

Offensivi profilurin tekur enn eitt ár í Víkingi

Víkingur boðar í dag frá, at felagið hevur longt sáttmálan við offensiva profilin, Hans Paula Samuelsen, við enn einum árið.

 

Hans Pauli Samuelsen kom til felagið undan júst farna kappingarárið, har hann skuldi vera ein av lyklunum til at tryggja Víkingi fyrsta Føroyameistaraheitið í søgu felagsins. Og hóast at talan kanska ikki var um eitt líka so gott kappingarár fyri Hans Paula persónliga, sum tað var í B36 í fjør, eydnaðist málsetningurin hjá honum og Víkingi. Síðst í oktober í ár var Hans Pauli Samuelsen nevniliga við á tí Víkinga liðnum, sum vann fyrsta FM-heitið í søgu felagsins.

 

Í Víkingi fegnast tey um at Hans Pauli velur at halda fram í felagnum. Hann hevur verið við til at hækka botnstøðið á Víkinga liðnum, umframt at hann hevur verið góður garantur fyri antin at eiga seinastu ella næstseinastu málgevandi avlevering hjá felagnum.