Fuglfirðingar vóru sannførandi í 1. hálvleiki í Streymnesi, og ÍF var í steðginum frammanfyri 2-0.
Men nú hevur EB/Streymur fingið spenning í aftur. Bara tveir minuttir vóru farnir av 2. hálvleiki, tá ið Hans Pauli Samuelsen gjørdist leysur í brotsteiginum og setti bóltin í málið aftanfyri Andras Gango.