Á fundi í dag klokkan 13 fer uttanlandsnevndin at skipa seg av nýggjum, eftir at John Johannessen, sum blivin landsstýrismaður og tí er farin úr tinginum. Tað er greitt, at nýggjur formaður verður Hans Pauli Strøm úr Javnaðarflokkinum. Samgongan misti annars meirilitan í uttanlandsnevndini, tá Poul Michelsen fór úr Fóilkaflokkinum. Men hóast tað, so er greitt, at Hans Pauli Strøm verður nýggjur formaðurin.










