Hans Pauli eisini á veg til Víking

Í gjár kunngjørdi Víkingur, at Finnur Justinussen komandi tvey árini verður Víkingur. Nakað bendir eisini á, at Hans Pauli Samuelsen somuleiðis spælir við Víkingi komandi ár.

 

Sámal Erik Hentze, venjari hjá AB, segði við portalin fyri jól, at AB var í samráðingum við Hans Paula. Hann hevur framvegis ikki longt sáttmálan við FM vinnarnar úr Sundalagnum.

 

Kaj Leo Í Bartalsstovu, sum var ein lyklaspælari hjá Víkingi í fjør, hevur sagt við portalin, at hann er sinnaður at royna seg uttanfyri landoddarnar um hann fær møguleikan. Tað er kanska eisini við hesum í huga, at Víkingur hevur víst Hans Paula Samuelsen áhuga.

 

Arnbjørn Hansen er ein annar, sum ikki hevur longt sáttmálan við EB/Streym. Sum skilst hevur tað verið ætlanin at leingja sáttmálan, men at gongdin síðani kappingarenda ikki hevur stimbrað hugin hjá landsliðsframherjanum at halda fram í felagnum.

 

Hann hevur fleiri ferðir verið settur í samband við HB, sum tykist bert mangla ein áleypara fyri at hava eitt fullfíggjað lið.