Eftir trý ár í útlegd, vendir Hans Pauli Samuelsen nú aftur til barndómsfelagið, EB/Streym, sum hann í komandi ár fer at umboða. Tað skrivar heimasíðan hjá EB/Streymi í kvøld.
Merkisvert hjá Hans Paula Samuelsen er, at hann hevur vunnið meistaraheitið øll trý árini sum hann hevur verið í útlegd – fyrst í 2015 við B36, og síðani í 2016 og 2017 við Víkingi.
Hans Pauli Samuelsen er tann leikarin í søguni hjá EB/Streymi, sum hevur spælt næst flestar dystir á besta liðnum. Tí fegnast tey í EB/Streymi um, at hann komandi ár aftur verður at síggja í barndómsfelagnum.










