Hans P. Strøm og fólkateljing

Í hesum døgum verður rættuliga nógv tosað í fjølmiðlunum um ætlanina at hava fólkateljing í Føroyum

Eyðun M. Viderø

Í mínum oyrum tykist hetta vera ein sera einkul uppgáva, tí her er væl treytin at duga lítlutabell og at hava vanligt vit og skil, men frá ovastu myndugleikunum verður hetta gjørt til eina nærum óloysiliga uppgávu, sum kanska kann loysast vit at seta bólkar og nevndir at fyrireika arbeiðið!
Helst skilji eg ikki uppgávuna, havi ikki fylgt nóg væl við í tíðindasendingunum, og tí eri eg ikki greiður yvir, at hetta snýr seg um meir, enn at duga at jelja frá 1 til umleið 50.000.
Men við at fylgja við í starvslýsingunum hjá tí almenna og síggja førleikakrøvini til øll møgulig størv, so verður henda fólkateljing gjørt til meir enn tað, ið eg við mínum áhuga fyri ættarkanning kenni til fólkateljingar í t.d. 1800-talinum. Tá varð ein vanligur skilagóður bygdamaður settur til uppgávuna, og eg eri ikki kunnugur við nakra klagu um arbeiði teirra, men kanska eru fólk í dag meiri "innviklað" at telja!
Vit hava eitt væl útbygt fólkayvirlit, so hvat meiri skal til? Leita tit eftir ólógligum ikki skrásettum innflytarum? Skattaborgarar í skattligu gráusonu eru í fólkayvirlitinum!
Ella snýr hetta seg um á mystiskan hátt at upphevja uppgávuna og gera seg "sjónligan"? Tí er málið so einkult, sum eg haldi, so verður ætlaði arbeiðshótturin bert ein óneyðug fíggjarlig byrða hjá landskassanum, og síðan verður tað ein "æra" og eitt gott fíggjarligt íkast hjá teimum, ið skulu manna bólkar og fólkateljingarráð!
Eg skal gjarna aftan á eina frágreiðing viðganga mín vána kunnleika um uppgávuna. Í hesum sambandi komi eg í tankar um ein gamlan húsavíking, sum mátti gevast við at selja mjólk frá mjólkineytum í kjallaranum, tí nú vóru funnar so nógvar bakteriur í mjólkini, at henda er skaðiligt at drekka. Hann spurdi, hvussu fólk so kundu liva inntil nú, men har kom einki svar, uttan at hesi lærdu høvdu funnu milliónir av barterium í einum dropa av mjólk.
Tá øtaðist hann yvir evnini hjá fólki nú á døgum at telja!