Fótbóltur
Talan gjørdist at enda um greitt 4-1 tap hjá Fremad Amager, men fyri tað nógva vóru teir tó væl við í dystinum. Herfølge legði seg á odda eftir 19 minuttum, men næsta tíman var tað Fremad Amager, sum trýsti. Gestirnir høvdu tó nøkur vandamikil kontra, og á heimasíðu felagsins verður Hans Jørgensen róstur fyri fleiri góðar bjargingar.
16 minuttir fyri leiklok varð Erling Jacobsen eisini skiftur inn fyri verjuspælara, tá Fremad Amager spenti bogan høgt. Tað gav tó baksláttur, og seks minuttir seinni kundi Herfølge anda lættari, tá teir øktu til 2-0. Seinastu løtuna skutu gestirnir seg upp á 4-0, áðrenn Anders Jochumsen minkaði um munin til 4-1.
Umframt Hans Jørgensen og Erling Jacobsen er eisini Páll Klettskarð í Fremad Amager. Hann stóð seg sera væl í U21-dysti herfyri,men varð eisini skaddur í tí dystinum, so hann má enn bíða nakað, áðrenn hann kann royna seg á besta liðnum.