Hans nýggjur deildarleiðari á Land- og sjókort

Hans Olof Engberg er settur sum nýggjur leiðari á deildini Land- og sjókort

Umhvørvisstovan skrviar, at Hans Olof Engberg hevur drúgvar royndir innan sjókort frá svenska Sjöfartsverket, og haraftrat hevur hann arbeitt innan landkortøkið seinastu fýra árini við millum annað topografiskum kortum.

 

Hans Olof Engberg tók við sum deildarleiðari 1. apríl 2025 eftir Stein Fossá, sum hevur verið deildarleiðari síðani Umhvørvisstovan varð sett á stovn í 2007.