31 ára gamli Hans á Lag hevur eftir øllum at døma spælt sín seinasta dyst fyri besta mansliðið hjá HB. Hetta staðfestir spælarin í samrøðu við Dimmalætting týsdagin.
Hans hevur í eina tíð verið plágaður av afturvendandi skaða í knænum. Seinnu kappingarhálvu í fjør gjørdust trupulleikarnir enn meira sjónligir, og sjálvur sigur Hans nú, at hann kennir seg noyddan at steðga nú.
- veruleikin er, at eg havi eitt vánaligt knæ, sum neyvan heldur til meira toppfótbólt, sigur spælarin við Dimmalætting.
Hans hevur frá barnaárunum spælt í HB, og á besta liðnum er hann skrásettur fyri 181 dystir. Í hesum hevur hann skotið 32 mál.
Fýra ferðir hevur hann verið føroyameistari við felagnum, og tríggjar ferðir hevur hann verið partur av vinnandi liðnum í finaluni um Løgmanssteypið.