Hans Marius og Sveinur í Mika

Um vikuskiftið bjóðar Mika livandi tónleik, tá ið Hans Marius og Sveinur fara at spæla fyri gestunum fríggjakvøldið og leygarkvøldið Mika er veruliga vorðið eitt ?hot? stað í býarlívinum í Tórshavn, og við teirra uttandurða terassu bjóðar Mika hvørt vikuskiftið til eitt hugnaligt kvøld í býnum.

 

Hetta vikuskiftið verður høvið hjá øllum teimum mongu, sum ætla sær út at njóta jólamánaðin, at hoyra livandi tónleik í Mika.

 

Hans Marius og Sveinur hava seinastu mongu vikuskiftini framført ymsa staðni runt í Føroyum, og seinni í ár, tann 27 desember, skal bólkur teirra, Marius, framføra til ársins Planet Awards, sum verður í REX.