- Íblástur kemur allastaðni frá, og lagið "Going home" er í veruleikanum um heimlongsul, sigur Hans Marius Ziska. Leygarkvøldið hevur Marius útgávukonsert í Norðurlandahúsinum.
Mánadagin kemur nýggja fløgan frá Marius út á marknaðin. Fløgan ber heitið "Home/Heim", og inniheldur bæði føroysk og ensk løg. Eitt teirra er lagið "Going home", sum var við í filminum hjá Visit Faroe Islands, og lagið hevur longu nú fingið sera góða móttøku í Føroyum og uttanlands við.
- Eg sat og hugdi út gjøgnum vindeyga í stovuni hjá mammu, og hugsaði um hvussu ótrúliga vakurt tað er í Føroyum. So skrivaði eg lagið og nakrar linjur til sangin, og Allan Tausen kom framvið og hjálpti til við tekstinum. Í veruleikanum snýr sangurin seg um at leingjast heim til Føroya, sigur Hans Marius Ziska.
Í gjár vitjaði Hans Marius í morgunsendingini á Rás2. Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini. |