Hans Óli skipar fyri atløgu

- Hetta eru dýrir bátar, og tí er eisini umráðandi, at teir liggja væl, eins og tryggleikin skal verða í hásæti, sigur havnarmeistarin við Tofta havn. Hans Óli Viberg er havnarmeistari í Nes kommunu, og tað er hann sum ger av, hvussu bátarnir skulu liggja í Oyrahavnini, tá stevnt verður inn hagar klokkan 15 leygardagin.

- Vit plaga at hava ein bát ella eitt skip, sum siglir fremst úr Skálafirði og út á Toftir, og soleiðis verður eisini í ár, nú tað verður Norðlýsið, sum kemur at hava hesa uppgávu við staðkendum fólki umborð.

Havnarmeistarin vísir á, at umráðandi er at hava væl skipaði viðurskifti, so flest møguligir bátar kunnu liggja best møguligt í deksbátahavnini.

- Um eingin fyriskiping er, vilja allir sleppa fyrst inn í havnina at finna sær bestu plássini, og tá verður alt, sum best ber til. Tað gongur ikki. Eins og undanfarin ár, vænta vit bæði stórar og smáar bátar. Í fleiri førum eru hetta dýrir bátar, og tí er eisini umráðandi, at teir liggja væl, eins og tryggleikin skal verða í hásæti.

Hans Óli heldur, at løtan, tá bátarnir koma til lands, eisini eigur at verða hátíðarlig, og tað verður hon, tá skipað verður so fyri, at eingin bátur sleppur inn í havnina, fyrr enn klokkan hevur sligið 15.

- Í fjør høvdu vit einar 55 bátar inni í sjálvari deksbátahavnini, og fleiri av hesum eru stórir glastrevjabátar.

Tilsamans vóru væl fleiri bátar við í siglingini í fjør, men tað eru altíð nakrir, sum ikki fara inn í havnina.

- Teir, sum ikki ætla sær at liggja fyri náttina, men bara vilja uppliva sigling, heita suppu og ein túr upp á land at hyggja seg um, leggja ofta bátarnar aðrastaðni, sigur havnarmeistarin.