Í dag hevur Finansiel Stanilitet kunnað um, at sakarmálið móti grannskoðanini hjá danska Eik Banka ikki verður skotið inn fyri Hægsta Rætt. Samstundis hevur Finansiel Stabilitet gjørt av, at sakarmálið móti grannskoðanini hjáføroyska Eik Banka verður slept.
Harvið er Hans Laksá leysur av øllum sakarkrøvum í sambandi við málið um Eik Banka, sum hava hingið á honum í sjey ár.
– Nú kann Hans Laksá loksins aftur nýta alla sína arbeiðsorku upp á arbeiðsuppgávurnar fyri viðskiftafólkini hjá P/F Januar uttan at hugsa um sakarkrøv, skrivar grannskoðaravirkið Januar.










