Hans á Lag spælir við HB í kvøld

36 ára gamli Hans á Lag er við í hópinum, tá HB vitjar B71 í kvøld. Verjuspælarin hevur raðfest privatlívið hægri enn fótbóltin seinastu vikurnar, men hann er so smátt komin í venjing. Nú er hann aftur til reiðar at spæla fyri barndómsfelagið.

 

- Eg havi boðað Juliani Hansen frá, at eg eri tøkur, um tørvur er á tí. Tað er so støðan nú, sigur Hans á Lag.

 

Dysturin millum B71 og HB byrjar klokkan 19.30.