Hans á Lag givin

Hans á Lag verður ikki partur av hópinum hjá HB í hesum kappingarárinum. 36 ára gamli verjuleikarin er givin.
- Hann hevur takkað fyri seg, og vónandi kunnu yngru spælararnir taka við, segði Julian Hansen í útvarpinum í gjár.
Sambært Faroesoccer.com, hevur Hans á Lag spælt í fremstu røð síðan 1994. Í 2005 royndist hann væl sum framherji, tá hann skeyt 11 mál í 27 dystum. Annars hevur hann verið drúgvur verjuspælari.