Hans Kristian bjóðar John av

Við at vinna á Eyðuni Nolsøe er unglingurin úr Kollafirði á odda saman við John Rødgaard, sum vann á Rana Nolsøe

TALV

Í amerikanskum politikki hava teir hugtakið "Super Tuesday". Hetta hevur við uppstillingina til forsetavalið at gera. Síðani 1988 hava nógvir av Suðurstatunum ? upp í sekstan ? hildið uppstillingarval annan týsdagin í mars. Stórur áhugi hevur verið fyri hesum degnum. Um ein og sami kandidatur megnar at gera seg væl galdandi í øllum ella nógvum statum, so verður sagt, at hann hevur góðan møguleika at vinna í statunum, sum koma aftaná og harvið at gerast forsetavalevni.

FM í talvi fyri einstaklingar er sjálvandi bæði so og so nógv øðrvísi enn uppstillingarvalini til forsetavalið í USA. Men hugatkið "Super Tuesday" hava teir í ár fingið til Sandavágs.
Undanfarnu árini hava tey níggju umførini verið frá fríggjadegi og til páskaaftan. Hesa ferð varð fyrsta umfarið telvað leygardagin. Tí so at siga manglaði ein dagur í. Tí vóru tvey umfør á skránni í gjár, og tað var orsøkin til, at føroyski talvheimurin um vikuskiftið fór at tosa um henda øgiliga týsdagin.

Einki hongur longur
Undanfarnu árini hevur tað ofta verið soleiðis, at eitt ella fleiri talv hava hingið frá undanfarnu døgunum. Hesi hava so verið telvað liðug fyrrapartarnar. Nú eru reglurnar broyttar soleiðis, at einki talvið hongur longur.

Telvararnir hava tveir tímar í part til teir fyrstu fjøruti leikirnar. Síðani hava teir ein tíma í part til tjúgu leikir, og so hava teir ein hálvan tíma í part til at gera talvið liðugt í. Tað vil við øðrum orðum siga, at mesta tíðin, sum kann brúkast til eitt talv, er sjey tímar. Og so er lætt at rokna út, at í gjár bar tað til hjá telvarunum at siga fjúrtan tímar við talvborðið. Hvussu tað gekk við tí, venda vit aftur til í morgin.

Sum vit søgdu í blaðnum í gjár, so hittust telvararnir soleiðis í gjár. Í fjórða umfarinum fyrrapartin: Terji Petersen?Hans Kristian Simonsen, Rani Nolsøe?Olaf Berg, Eyðun Nolsøe?Martin Poulsen, Ólavur Simonsen?Carl Eli Nolsøe Samuelsen og John Rødgaard?Torkil Nielsen. Í fimta umfarinum seinnapartin: Martin Poulsen?Terji Petersen, Hans Kristian Simonsen?Rani Nolsøe, Olaf Berg?John Rødgaard, Carl Eli Nolsøe Samuelsen?Eyðun Højgaard og Torkil Nielsen?Ólavur Simonsen.

John og Hans Kristian á odda
Undan stóra týsdegnum vóru tað elsti og royndasti maður, John Rødgaard, og unglingurin Hans Kristian Simonsen, sum vóru á odda. Eftir trý tey fyrstu umførini høvdu teir 2 1/2 stig í part.

Í triðja umfarinum telvaði John Rødgaard ímóti 1997 meistaranum Rana Nolsøe. Talan var um sera javna støðu, tá Rani við hvíta fólkinum skuldi gera 40. og síðsta leikin, áðrenn teir skuldu fáa nýggja tíð tillutaða. Ein sovorðin leikur plagar ikki at vera serliga ógvusligur ? hvørki ein veg ella annan ? men Rani setti eina finnu í deyða, og tað ger eingin ósektaður á hesum støðinum. Tí vann John Rødgaard lættliga við svarta fólkinum.

Eftir tvey tey fyrstu umførini var Eyðun Nolsøe einsamallur á odda. Í triðja umfarinum hevði hnn svarta fólkið ímóti Hans Kristiani Simosnen. Unglingurin úr Kollafirði, sum gjørdist eitt kent føroyskt talvnavn og andlit, tá hann syfti sjálvum Kasparov, hevur síðani tá ferð eftir ferð staðfest, at hann hevur frágera góð evni at telva, og hann tykist eisini hava sinniliga yvirskotið, sum skal til. Hans Kristian vann á Eyðuni. Harvið vóru undan stóra týsdegnum John Rødgaard og Hans Kristian Simonsen á odda.

Nú valdast um, hvussu tað spældi av í gjár. Men í Sandavági eru teir við spenningi farnir at hyggja fram ímóti sjeynda umfarinum, sum er á skránni skírisdag. Tá skal Hans Kristian við hvíta fólkinum telva ímóti John Rødgaard. Av góðum grundum hevur Hans Kristian Simonsen ongantíð vunnið FM í landsliðsbólkinum. Tað hevur John Rødgaard roynt tvær ferðir ? í 1998 og í 2001.

Ungu menninir væl við
Umframt John Rødgaard er Torkil Nielsen mest royndi maðurin í FM kappingini hesa ferð. Torkil vann í áttati árunum FM tríggjar ferðir ? í 1984, 1986 og í 1988. Seinastu árini hevur hann ikki tikið so nógv lut, men nú nýtir hann høvið á heimavølli at royna seg eina ferð enn.

Undan týsdegnum hevði hann ikki vunnið, men hann hevði heldur ikki tapt. Ímóti einum av ungu monnunum, Carl Eli Nolsøe Samuelsen, fekk hann í triðja umfairnum remis.
Fleiri av hinum ungu monnunum vóru undan gjárdegnum so mikið væl við, at tað væl kundi hugsast, at teir kundu fara at gera seg galdandi. Her verður hugsað um Olaf Berg, Martin Poulsen og Ólavur Simonsen. Eingin av teimum hevur áður vunnið FM. Ólavur var ikki serliga heppin í fyrstu umførunum, men við sigrinum við svarta fólkinum á Martini Poulsen, kom hann upp á síðuna av Martini og Olafi. Hesin síðsti vann í triðja umfarinum á Terja Petersen, sum eftir trý umfør var einasti maður uttan stig. At koma afturíaftur eftir soltna byrjan, er ofta sera torført.

Upp og niður
Úr Sandavági frættist, at telvararnir so at siga spilla ikki tíðina burtur. Talvini, tá støðan eftir fáar leikir og harvið stutta tíð, eru avklárað, eru fá. Í flestu førum verður størsti parturin av teimum sjey tímunum brúktur, og tá er tað ofta ikki fyrrenn í tíðarneyðini, at tað koppar annan vegin.

Miðal styrkistalið í landsliðsbólkinum er 2141. Seks av teimum telvarunum, sum hava hægstu styrkistølini, eru ikki við hesa ferð. Her verður hugsað um John Arna Nilssen, Heina Olsen, Flóvin Þór Næs, Rógva W. Rasmussen, Jens Kristian Hansen og Torbjørn Thomsen. Tá vit fregnast eftir, hvussu teir meta um støðið í kappingini hesa ferð, verður sagt, at tað er eitt sindur upp og niður. Onkuntíð hevur tað verið hægri. Fyrstu umførini hava verið merkt av nervum og mistøkum í tíðarneyðini, sum flestu hava verið í.