Hans Áki er besti verjuleikarin í landinum

Ein orsøk var, at Hans Áki Dal-Christiansen, Kyndil, fekk triðju útvísingina og samstundis reytt kort, tá átta minuttir restaðu í. Tað merkist serliga væl í verjuspælinum.

 

Jan Ottesen, venjari hjá KÍF, var avgjørdur í viðtalu við 3-2 í kvøld.

 

- Tað hevur stóran týdning fyri verjuspælið hjá Kyndli. Vit fáa nærmast mál í hvørjum álopi eftir, at Hans Áki hevur fingið reytt kort. Hann er uttan iva besti verjuleikarin í Føroyum í eini 6-0 verjuskipan, sigur Jan Ottesen.

 

Úrslitið millum KÍF og Kyndil var 27-27.